Home

Leiga eina íbúð í Torrevieja í Spania.

Í íbúðini eru køkur, stova, wc v/baðikar og 3 kømur.

Kømurini eru 1 hjúnarúm, 1 single rúm og 1 rúm við 2 sengrum, sum eru eitt sindur lítlar og hóska kanska best til børn, men tó ikki so lítlar, at vaksin ikki kunnu brúka tær. Sostatt er pláss fyri 5 fólkum.

Íbúðin hevur annars køliskáp, vaskimaskinu, wifi, sjónvarp og kókiplátu.

Íbúðin liggur ca. 800 metrar frá strondini. Supermarket og bensinstøð eru beint uttanfyri og nógv annað, so sum matstovur, barrir, fitness centur v.m. eru heilt tætt við.

Í Torrevieja er væl heitari enn í Føroyum, og eisini um veturin er hitin á góðari leið. T.d. í desember er ikki óvanligt, at hitin fer uppum 20 gradir ein part av degnum. So tað er bara at fara avstað. Gott og bíligt flogsamband er millum Keypmannahavn og Alicante, sum liggur ca. 45 minuttir frá Torrevieja. Bussur koyrir av flogvøllinum fyri ein sera sámuligan prís. Annars ber til at fáa ein privatbil at koyra fyri ca. 40 euro. Til ber at fáa lyklarnar í Keypmannahavn ella í Torrevieja. Torrevieja er ein bíligur býur at búgva og vera í.

Um áhugi er, skriva til:   peturkirke KURLA hotmail.com